Súni Fríði Barbá er vandamiklasti álopsspælarin eftir fýra tey fyrstu umførini. Hann hevur skorað í øllum fýra umførunum, og hann hevur kanska stríðst meiri, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt:
- Vit hava góðan moral, og hann ber langt. Vit eldru á liðnum eru tilvitaðir um týdningin av, at vit hjálpa og stuðla yngru monnunum.
Tað liggur væl fyri hjá tær at gera mál?
- Eg kenni meg vera væl fyri. Skaði í innandura fótbólti bóru við sær, at eg ikki var væl fyri í 2003 og 2004. Í fjør gekk væl í næstbestu deildini í AB. Nú royni eg aftur í bestu deildini, og tað er hugaligt at staðfesta, at tað saman við góðum liðfeløgum higartil hevur hilnast væl.