Moralur – Samfelagssinni

Annfinnur Garðalíð


Tað er ikki sørt ein ógvast yvir, hvussu moralur, ella rættari sagt ómoralur, hevur góð gróðrarlíkindi í hesum lítla samfelagum, Føroyar.

Eg hugsi serliga um tær nógvu sparingar, sum verða framdar, at hesar venda rætt, tí givið er, sparingar mugu til, nú undirskotið á fíggjarlógini er so mikið stórt, at tað táttar í eina heila milliard. Leitað verður við luppi og lykt bæði ovarlaga og niðarlaga so finnast kunnu kr. 20,000 her og 40,000 har t.d nakrar krónur fyri heilivág hjá pensiónistum, gevast at stuðla dagtilhaldum, læsa eitt laboratorium o.s.v...

Men tað sum kann øsa og sum øsir okkum fólk upp er, hvussu tingmenn kunna hóreiggja sær, uppá fólkins rokning.

10. sep 2008. Edmund Joensen, løgtingsmaður, fær løn frá Løgtinginum, meðan hann hevur farloyvi haðani, hóast hann hevur løntan varamann á Tingi fyri seg. Edmund Joensen fær meiri enn eina millión um árið fyri sessirnar á Løgtingi og Fólkatingi.

Hóast hann fór í farloyvi við fullari løgtingsløn og ein løntur varamaður tók sæti fyri hann, heldur Edmund Joensen seg megna at røkja bæði størvini. - Tað er ein spurningur um prioritering. Sum sambandsmaður royni eg at binda saman millum Føroyar og Danmark, og við sessi í báðum tingunum kann eg vera eitt bindilið, sigur Edmund Joensen. Meðan Edmund Joensen hevur farloyvi frá Løgtinginum, er Helgi Abrahamsen tingmaður fyri hann.

Fyri fólkatingssessin fær Edmund Joensen 570.000 krónur um árið. Umframt at flúgva ókeypis fær hann upp til 90.000 krónur fyri bústaðarútreiðslur umframt 72.000 krónur í kostnaðarsamsýning frá Fólkatinginum um árið. Fyri løgtinssessin fær Edmund Joensen slakar 400.000 krónur í ársløn.

Tilsamans er hetta oman fyri eina millión um árið, og her er tað, eg hugsi um sparingar, tá tær raka teir sjálvar sum ráða fyri borgum. Tá verður ikki tosa so hart, tí tað rakar alt ov meint, ja tað pínir í ryggmarvini hjá honun og teimum sum eru í somu støðu sum hann.

Høgni Hoydal er somuleiðis bæði fólkatings- og løgtingsmaður, so vit hava tveir tinglimir, har tað við einum góðum vilja hevði borið til at broytt lógina, so Løgtingið ikki bar farloyviskostnaðin og at tað bar til at mótrokna í inntøkuni, tí talan er um tvinnar árslønir. Eitt er vist og tað er, at í hesum tíðum koma allar sparingar og eykainntøkur væl við hjá samfelagnum.

Løgmaður legði í løgmansrøðu sínari dent á hesi orðini: »AT VÍSA SAMFELAGSSINNI«. So nú er spurningurin, vil partamaðurin hjá løgmanni vísa Samfelagssinni?

Nei einki trúgvi eg uppá, at løgtings- og fólkatingsliminir kunna hava eitt bein í hvørjum leirinum og virka 100% í Løgtinginum og á Fólkatingið.

Eingin kann tæna tveimun Harrum. Sessurin í Fólkatinginum er fulltíðarstarv eftir donskun mátistokki, líkaleiðis er tingsessurin løntur sum fulltíðarstarv hóast áseting er um, at loyvt er at hava upp til hálvt alment arbeiði samstundis. Tann stóri trupuleikin er at siga farvæl til kr 400,000, tað er SVÁRT. Edmund hvar er samfelagssinnið??

Eg haldi, valevni skulu taka støðu til, um tey ynskja at koma í Løgtingi ella á Fólkating, tey skuldu ikki stilla upp til bæði parlamentini.

Best var, um føroysku fólkatingsessirnir vórðu avtiknir, og vit í staðin fingu ein føroyskan umboðsmann, ið talaði sak føroyinga á danatingi uttan atkvøðurætt, og uttan at vit blandaðu okkum í donsk viðurskifti, á sama hátt sum danir hava sín ríkisumboðsmann í Føroyum.