Innari svínhundurin fær ein hvøkk, meðan næstrakærleiki fær eina akutta meining í leikinum Býtisbarnið, ið verður sýndur í Norðurlandahúsinum í løtuni
Hvat er at gera, tá ein huldukona hevur stolið títt barn, og latið teg fáa sítt egna, ljóta trøllabarn í staðin? Skalt tú ala tað upp, sum títt egna, ella buka og berja óseka barnið, sum er tað einasta, ið kann fáa huldukonuna at koma aftur eftir tí?
Hetta er bara ein av mongu tvístøðunum í leikinum Skiftingen (Býtisbarnið), sum leikbólkurin Fair Play spælir í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar.
Frá byrjan verður lagt upp til, at áskoðarin sendir eitt moralskt eygnabrá langt inn í seg sjálvan. Kortini kennist boðskapurin ongantíð sum ein lyftur peikifingur.
Leikurin er nevniliga gyklandi logiskt bygdur upp, so tú uttan himpr letur teg taka við og ikki varnast moralsku tvístøðuna, fyrr enn tú stendur beint í henni saman við persónunum á pallinum.
Hartil er leikurin framúr væl spældur. Ómakaleyst og sannførandi fáa leikararnir dramaið at snúgva seg um teg og meg, hvussu vit bera okkum at móti okkara næsta, og hvussu vit reagera, tá vit ikki fáa tað, vit halda okkum hava rætt til.
So einfalt - og so fløkt.
Leikurin byggir á stuttsøguna Skiftingen hjá Selma Lageröf, í er prentað í savninum Trolde og Mennesker frá 1915.