Rógvi Thomsen, námsfrøðiligur ráðgevi, spyr í áhugaverdum bloggi, um politiska skipanin í Føroyum hevur mist moralska og etiska fótafestið, tá ræður um okkara 1350 børn, sum eru í fátækraváða.
- Hava vit mist burtur allar moralskar og etiskar proportiónir í hesum landi? spyr hann.
Rógvi vísir á, at øll hesi børn, ið eru hótt, fara fram við borðinum í kjakinum í almenna rúminum og á løgtingi, uttan at tað stóra uppmerksemi verður givin teimum.
- Rætt skal verða rætt. Onkrar tingkvinnur royna at seta fram uppskot um at bøta um lívsvilkorini. Menninir eru kúrrir og tykjast ikki at hava áhuga fyri nøkrum so lítisverdum, sum lívsvilkorunum hjá okkara børnum.
Og so leggur námsfrøðiligi ráðgevin aftrat:
- Men, kemur eitt hol gjøgnum eitt fjall ella undir sjónum fyri hundraðtals miljónir ella fleiri miljardir upp í almenna rúminum, so fer alt upp at flagsa og gorra, sum um hetta var altavgerandi fyri okkara lívsgóðsku.
Hann leggur aftrat, at bæði á løgtingi, í portalum, bløðum og sosialum miðlum er alt á gosi. Øll hava eina meining, bæði leik og lærd. Uppá meg virkar hetta púra avlagað.
Rógvi Thomsen sigur, at soleiðis upplivir hann støðuna, samstundis sum samfelagið tykist ikki at hava ráð til at fara virðiliga um okkara børn og eldri.
- Hava vit púrasta mist perspektivið burtur, hví vit búgva her, og hvørjum vit skulu tæna - at tað er menniskjum og ikki deyðum lutum.
Hann vísir á, at teir deyðu lutirnir koma í aðru røð, sum ein av fyritreytunum fyri tí góða lívinum fyri øll. Hvat við at byrja eitt kjak um persónliga og almenna moralin hjá okkum og okkara etisku virði.
- Hvat hevur týdning í lívinum? spyr námsfrøðiligi ráðgevin.










