Tann 36 ára gamli danski flúgvileiðarin var einsamallur á vakt í flogeftirlitinum, tá eitt russiskt ferðamannaflogfar og eitt týskt flutningsflogfar stoyttu saman í luftini uppi yvir Boden-vatninum í Suðurtýsklandi fyri tveimum árum síðani. Vanlukkan kravdi 71 mannalív.
Fyrrakvødið varð flúgvileiðarin stungin niður uttan fyri hús síni í Zúrich, sigur sveitsiska løgreglan, sum nú kannar, um morðið kanska var hevnd fyri vanlukkuna. Løgreglan veit ikki, hvør drápsmaðurin er, men kona flúgvileiðaran hevur greitt frá, at tað var ein maður um 50 ára aldur, sum drap mann hennara. Maðurin tosaði týskt.
Aftan á vanlukkuna fyri tveimum árum síðani kom kanningarnevndin við hvøssum atfinningum at felagnum Skyguide, sum hevur ábygrdina av flúgvieftirlitinum á vanlukkuleiðini. Sagt varð millum annað, at danski flúgvileiðarin varnaðist alt ov seint, at tey bæði flogførini fóru at stoyta saman í 13.000 metra hædd. 44 sekund eftir, at hann hevði varnast, hvat kundi henda, stoyttu flogførini saman