Morð kannast umaftur

Í Russlandi hevur hægstirættur givið boð um, at tilburðurin, tá blaðkvinnan Anna Politkovskaja bleiv myrd í Moskva á heysti í 2006, skal kannast av nýggjum. Avgerðin hjá hægstarætti kemur, eftir at blaðfólk, mannarættindafelagsskapir og skyldfólk hjá Onnu Politkovskaja hava funnist hvassliga at kanningunum hjá løgregluni og ákætuvaldinum.

Teir, sum higartil hava verið til avhoyringar í rættinum, eru bara skuldsettir fyri at hava verið við til drápið. Maðurin, sum verður hildin at hava skotið blaðkvinnuna, er harafturímóti ikki tikin, skrivar AFP.