Morðið á Onnu Lindh rívur sárini eftir Palme-morðið uppaftur

Norðurlond vórðu roknað sum eitt friðarligt øki, men Palme-morðið broytti ta uppfatanina. Vit eru ikki so skelkað longur, heldur norskur professari.

- Hetta er ræðuligt og átti ikki at verið hent, og tað fer uttan iva at ríva sárini eftir morðið á Olof Palme uppaftur.

Tað sigur Peter Essaiasson, professari á lærda háskúlanum í Gøteborg.

Olof Palme varð skotin í Stockholm tann 28. februar í 1986, eftir at hann og konan júst vóru komin út úr einari biohøll. Morðið setti djúp spor í svenska samfelagið. Professarin sigur, at nógv er hent síðani.

-Vit hava sæð fleiri royndir at myrða politikarar kring heimin. Morðið á niðurlendska politikaran Pim Fortuyn og álopið á týska politikaran Oskar Lafontaine, sum varð stungin við knívi, kunnu berast saman við morðið á Onnu Lindh, sigur Peter Esaiasson.

Norski professarin Hanne Marthe Narud væntar, at morðið í Stockholm mikudagin kana fara at hava við sær, at norðurlendskir politikarar skulu verjast munandi betur.

-Vandi kann vera fyri, at vit fáa slík viðurskifti, at eingin torir at fara upp í politikk longur. Ella at politikararnir ikki tora at fara út fyri dyr, uttan at trygdarfólk eru við teimum. Slík viðurskifti vil eingin okkara hava, sigur hon.

Hanne Marthe Narud sigur, at samfelagið er vorðið meiri rátt, síðani Olof Palme varð myrdur.

-Tá vórðu Norðurlond roknað sum eitt friðarligt øki. Politisk morð vóru púra ókend á okkara leiðum. Í dag hugsa vit, at slíkt er ræðuligt, men vit eru ikki skelkað á sama hátt sum fyri 17 árum síðani.