Eitt brádligt sms frá Peter Madsen til Kim Wall, stutt áðrenn hon fór umborð á kavbátin Nautilus, styrkir illgrunan hjá løgregluni um, at Peter Madsen ikki tilvildarliga drap svensku tíðindakvinnuna.
Men, hann hevði eisini lagt morðið til rættis.
Tað heldur fyrrverandi kanningarleiðarin, Jan Jarlbæk, sum í 23 ár starvaðist hjá eitt nú donsku ríkisløgregluni og Europol. Hetta er metingin hjá honum, tó at Peter Madsen, sum situr varðhaldsfongslaður, framvegis noktar seg sekan í drápi.
Sms’ið hjá kavbátaskiparanum kom púra uttan ávaring, meðan Kim Wall, sjeikur hennara og onnur vinfólk vóru stødd har á leiðini, sum kavbáturin lá.
- Hetta undirbyggir illgrunan um planlegging - at Peter Madsen júst tá hevur verið avgjørdur um, at nú skuldi tað vera, um tað skuldi vera, sigur Jan Jarlbæk.
Sambært sjeikinum hjá Kim Wall kom sms’ið frá Peter Madsen samstundis, sum tey bæði høvdu eina farvæl-veitslu, tí tey stutt eftir skuldu flyta til Kina saman. Tá sms’ið hjá Peter Madsen kom, fór Kim Wall úr veitsluni og ætlaði at vera aftur fáar tímar seinni. Møguleikin hjá henni at gera samrøðu við kavbátaeigarin var ov góður at siga nei til.
Sambært sjeikinum høvdu Kim Wall og kavbátaskiparin bert havt stutt teldupostsamband um várið, og knappliga kom so sms’ið hjá Peter Madsen, júst sum fyrsti gesturin var komin til veitsluna.
Danska løgreglan sigur, at morðið, sum tey í ákæruni siga, at Peter Madsen stendur aftan fyri, er fyrireikað. Mett verður, at hóast Peter Madsen ikki við vissu kundi vita, at Kim Wall fór at møta upp, metir ákæruvaldið kortini, at talan hevur verið um planlegging.
- Planleggingin kann saktans hava verið á tann hátt, at nú var Peter Madsen mentalt klárur at fremja brotsgerðina. Hann skrivaði til Kim Wall uttan at vita við vissu, at hon fór at koma. Men, hetta broytir ikki tað, at Peter Madsen nú hevði gjørt sínar fyrireikingar, sigur Jan Jarlbæk.
Við sær í kavbátin hevði skiparin eitt nú sag, knív, pískað skrúvublað, strips og rør, sum hann brúkti at søkkja sundur sagaðu likamspartarnar av Kim Wall við.
Peter Madsen er ákærdur fyri at hava meiðslað, dripið og stykkjað sundir líkið av Kim Wall í kavbátinum. Hann viðgongur at hava skorið líkið sundur, men noktar seg sekan í drápi. Rættarmálið byrjar hin 8. mars, og ákæruvaldið krevur hann dømdan lívlanga fongsulsrevsing.










