Morð á Gistingarhúsinum Heartbreak Motel

Kim Simonsen

 

Vacancy er ein av hesum í eini óendaligari røð av ræðufilmum. Hann er um eitt niðurslitið motel í USA. Her koma hjúnini David og Amy Fox, ið hava roynt at funnið ein skjótari veg heim, tá tey koma til eitt oyði stað, har eitt lítið neonskelti bleiktrar við ”vacancy”, ið merkir at her er pláss á gistingarhúsinum

David og Amy enda á hesum slitna motellinum, sum er ein góð mynd av teirra hjúnarlagið, tí tey eru um at skula skiljast. Á kamarinum er ein videomaskina og nøkur gomul VHS-bond, David setir tey á og tey síggja at á teimum er ein filmur um onkran sum verður dripin í sama kamarinum, sum tey skulu sova.

Hetta er ein veruliga vánaligur summarfilmur, ein totalur b-filmur, men teir bangnu gestirnir eru leiktir av Luke Wilson og Kate Beckinsale, ið hóast alt geva filminum eitt vet av onkrum.

 

2 stjørnur av 6

 

Leikandi:

David Fox Luke Wilson

Amy Fox Kate Beckinsale

Mason Frank Whaley

Mekanikeren Ethan Embry

 

Leikstjóri Nimrod Antal, 80 minuttir. 15. ára aldursmark. Frumframførdur 6. juli í Havnar Bio