Fráfarandi landsstýrið eigur stóra tøkk fyri at farið varð undir hetta tiltak, so vit verunliga hava sambærilig búskapartøl, sum lýsa, hvussu búskapar- og fíggjarstøðan er hjá okkum í mun til grannar okkara, har norðurlond annars øll liggja á fremsta plássi, av 21 møguligum stigum.
Annars verður m.a. víst á, at føroyska ratingin er tengd at Danmark og ríkisveitingini, og um vit vóru hana fyriuttan, so lógu vit niðri á einum 5. plássi, t.v.s á sama stigi sum eitt nú Portugal á ratinglistanum, sum telist millum fátækastu londini í Vestureuropa!
Men í staðin fyri at gleðast um úrslitið, sum fyriliggur frá Moody, so fer fíggjarmálaráðharrin at sálda millum, hvat er gott við frágreiðingini, og hvat er minni gott – og henda sálding fer fram gjøgnum núverandi og fyrrverandi nationalu brillurnar hjá Karsteni! Spurdur um tann veruleika, at ríkisveitingin og (enn!) stabilu viðurskiftini millum Danmarkar og Føroyar eru trygdin fyri varðveitingina av triðja plássinum, so fer maðurin at garta í, og kemur við einkisigandi úttalilsum, sum “føroyingar eru eitt stolt fólk”, og so “eg trúgvi, at vóru vit eitt sjálvstøðugt land, so lógu vit har sum hini norðurlondini liggja”. Fyri tað fyrsta, hetta eru ikki fakliga ella virðilig úttalilsi frá einum fíggjarmálaráðharra, og hava als einki við nakrar trúarspurningar at gera! Fyri tað næsta, so er hetta ein heimagjørdur pástandur uttan minsta vet av prógvum, sum gongur beint ímóti tí, sum Moody stovnurin, kanska hin dyggasti og hægstmetti á sínum øki í heiminum, júst hevur kannað fyri heimastýrið og almannakunngjørt, sum neyva, eksakta vitan – (Tað er beinleiðis vandi fyri, at álitið á Moody fellur um allan heim, um tey frætta um hesa “beinraknu” analysuna á Argjum!). Og so boðar Karsten frá, at føroyskt bankaeftirlit skal setast á stovn! Allur føroyski bankaheimurin øtast. Júst nú í hesum árum, tá føroysku bankarnir og fíggjarheimurin annars hava metúrslit, og rættuliga eru komnir fyri seg eftir kreppuárini í 90-unum. M.a. tí farið er út í heim at reka bankavirksemi, haðani meginparturin av vinninginum hjá bankunum stavar frá, og tí tørvar teimum absoluttan frið og arbeiðsnáðir, so kemur Landsstýrið við hesi yvirtøkuætlanini av bankaeftirlitinum, sum alt vit og skil vísir, fer at ørkymla fíggjarheimin og okkara møguleikar har, sambært Janusi Petersen og Peturi Holm, nú føroysku bankarnir á jøvnum føti skulu kappast á altjóða peningamarknaðinum og verða kursvigaðir í peningaskálunum hvønn einasta dag – uttan professinelt bankaeftirlit verður hetta tungur burður at lyfta. Øll, sum hava við peningaviðurskifti at gera, vita, at gandaorðið er álit og aftur álit á peningamarknaðinum, og um tað ríkur, so kann tað verða til óbótaligan skaða fyri landið, men so sanniliga eisini fyri hvønn einstakan av okkum við øktum rentum, versnandi lániviðurskiftum o.s.fr. o.s.fr.
Og við hesi ætlaðu yvirtøkuni hjá Landsstýrinum, so er hetta at meta sum fíggjarmálaráðharrin gongur á odda í at órógva okkara fíggjarstøðu og fær peningaskipanina at ridla. Henda vinnan, sum verunliga hevur ment seg úti í heimi, har dugnalig bankafólk, saman við góðum leiðslum, hava megnað at uppbygt ein burðardyggan fíggjarsektor, so vit næstan kunnu tosa um eina sólskinssøgu. Og nýggi nationali fíggjarmálaráðharrin stuðlar ikki uppundir, heldur tvørturímóti. Fremsta uppgáva hjá einum og hvørjum fíggjarmálaráðharra er annars at skapa fíggjarligt og búskaparligt trygt støði fyri framhaldandi samfelagsmenning! Og so talaði hann og hansara flokkur í valstríðnum fyri góðum mánað síðani, at fáa hjartað inn aftur í føroyskan politikk! Nei, her er onki hjarta at finna, harða tjóðveldishjartað vinnur á bleytum samhaldsføstum virðum, sum Miðflokkurin segði seg at umboða, og kann slíkt “hjarta” vera við at køva allan framburð í Føroyum, og harvið sum fráliður, vinnu- og lívsmøguleikarnar – ikki eiti á lyftisbrot!
Fyrrverandi formaður Karstens, Høgni Hoydal, sum kallar seg uttanríkisráðharra fyri “Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne”, (mær kunnugt hava vit bert tann eina og hann eitur Per Stig Møller!) heitir á allar góðar kreftr um at varðveita umdømi Føroya sum eina felags søk – ja, mangur føroyingur hevur hug at spyrja í løtuni, hvør er tað sum brýtur umdømi Føroya niður – enntá við beráddum huga???
Var tað hetta vit valdu 19. januar?