Børsen skrivar í morgun, at langsigtaða kredittmetingin av Danske Bank, FIH Erhvervsbank, BankNordik, Spar Nord Bank og Ringkjøbing Landbobank er lækkað. Fyri tríggjar teir fyrstu er eisini galdandi, at teir verða settir á observatørlistan.
- Broyttu kredittmetingarnar vísa, at Moody's hevur broytt uppfatanina av skipaða stuðlinum fyri danskar bankar, sigur Oscar Heemsherk, varastjóri í Moody's sambært Børsen.
Kursurin hjá BankNordik í Keypmannahavn í morgun var í 125.