Í dag vóru tær seinastu áttandapartsfinalurnar í HM endaspælinum avgreiddar, og er tað nú greitt, at Noreg og Montenegro, sum hava leikt bæði OL- og HM finalur sína millum møtast í fjórðingsfinaluni. Millum heldur óvæntaði úrslitini var, at Pólland vann á Ungarn, sum gjørdi tað framúr væl í innleiðandi bólkaspælinum.
Úrslitini í dag (áttandapartsfinalur) :
Spania-Frakland 21-22 (12-9)
Pólland-Ungarn 24-23 (13-14)
Russland-Suðurkorea 30-25 (16-13)
Montenegro-Angola 38-18 (19-13)
Úrslitini í dag merkja, at hesi liðini møtast í fjórðingsfinalunum, sum allar verða leiktar mikudagin :
Niðurlond-Frakland
Noreg-Montenegro
Pólland-Russland
Danmark-Rumenia
Sostatt eru bert evropeisk lið eftir at kappast um heimsmeistaraheitið í kvinnuhondbólti.