Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið annan HM-undankappingardystin í bólki L.
Føroyar spæla á útivølli móti Montenegro í Niksic. Montenegro vann leygardagin á heimavølli 3-1 á Gibraltar. Føroyar taptu sama kvøld á útivølli 1-2 fyri Kekkia.
Montenegro er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Tó er ikki talan um eina líka stóra favorittstøðu, sum Kekkia hevði undan dystinum móti Føroyum.
Oddsini upp á heimasigur til Montenegro liggja millum 1,50 og 1,58.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 4,00.
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 6,00 og 7,50.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##