Liðið hjá Geza vann á nærmasta kappingarneytanum

Grimsby vann sera týdningarmiklan sigur á Colchester

Hjá David Geza Turi og liðfeløgunum í Grimsby ræður um at vera millum sjey tey fremstu liðini. Trý tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í triðbestu ensku fótbóltsdeildini, meðan liðini sum enda á plássunum millum nummar fýra og sjey spæla Play Off dystir um uppflyting.

 

Í kvøld spældi Grimsby á sjeynda plássinum dyst á útivølli móti nummar átta, Colchester. Tað eydnaðist Grimsby at vinna dystin 2-1. Grimsby hevur 62 stig á sjeynda plássinum, meðan Colchester á áttanda plássinum hevur eins og Crewe 58 stig. Komandi týskvøld møtir Grimsby Crewe á útivølli, so tað er tætt ímillum dystirnar í liguni, ið hevur heili 24 lið. 

 

Geza sum er afturkomin aftaná ferð við landsliðnum fekk ikki spælitíð í kvøld.

 

Grimsby hevur bert tvey stig upp til AFC Wimbledon á triðja plássinum, so beinleiðis uppflyting er enn møgulig hjá Grimsby.