Montenegro basti Noregi

Kvinnulandsliðið úr Montenegro hevur í dag vunnið evropameistaraheitið í hondbólti. Finalan, sum var imóti Noregi, gjørdist ein tann mest spennandi nakrantíð, og liðini máttu tvær ferðir út í longda leikttíð, áðrenn vinnarin var funnin. Endaliga úrslitið gjørdist 34-31 til Montenegro.

Hetta er fyrstu ferð í átta ár, at tær norsku kvinnurnar ikki vinna evropameistaraheitið. Noreg vann EM-gull í 2004, 2006, 2008 og í 2010, men í dag rakk tað bara til silvur.

Brosnuna vann Ungarn við at vinna á Serbia seinnapartin.