Hálvgum føroyska duo?in MonkeyRat leikar PartyJam á Mojo í Keypmannahavn hóskvøldið. MonkeyRat, við ?AnnaOneDerFunk? á odda, fær íblástur úr old school funk, men hevur sanniliga eisini bluesfeeling í, tá ?tey levera teirra originala repertoire, sum tey fara at opna Party Jammið við kl 21:30?, sum sagt verður í tíðindaskrivi.
Hendan serliga hósdagin, tá Monkeyrat hevur upp til fleiri ting at feira, hava tey allierað seg við sangarinduni Deborah og pianisti/sangara roWan, sum í øðrum setti saman við orkestrinum fara at levera eina røð av feitum blues og rock´n roll løgum.
Tað traditiónríka blues jammið letur síðani upp í triðja setti hetta kvøld.
Klokkan 02.00 verður ´Natdisco´ við Diva da Silva.
MonkeyRat eru : Anna Iachino ´aka dj AnnaOneDerFunk´ (vokal), Alain Apaloo (guitar/vokal), Arnold Ludvig (bass/vokal) og Jens Stoklund (trommur)Gestir : Deborah (vokal), Rowan (keyb/vokal). Meira um MonkeyRat á www.myspace.com/monkeyratmusic