MonkeyRat live á Christiania

Hóskvøldið og fríggjakvøldið eru MonkeyRat og onnur at hoyra á Christiania Hóskvøldið 3. apríl kl. 22 byrjar dupultkonsert við MonkeyRat + og special guest - roWan, og bólkurin Mother Abstraction kl 23:30, featuring Dj Anna OneDerFunk í Christiania?s Børneteater,Bådmandsstræde 43, 1407 København K. Húsið letur upp kl. 21:30. Entré kr 50

Fríggjakvødið 4. apríl kl. 22 verður aftur dupultkonsert, men hesaferð við MonkeyRat + special guest ? roWan, og bólkurin Sunrise kl 23:30, featuring Dj Anna OneDerFunk í OPERAEN í Cristiania, Bådmandsstræde 43, 1407 København K.

Dýrnar opna kl 21:30. Entré kr 60

MonkeyRat stilla upp við teirra egna, serstaka og slóðbrótandi stíli ? spokenWord, spokenFunk, poetryMetalrap. Tey framføra meginpartin av konsertini sum duett. Anna Iachino við mikrofonina og Arnold Ludvig á bassinum, og hann syngur tveir sangir. roWan fer at syngja gamla Green Gate lagið hjá Arnold, Pastel Shades sum Anna Iachino eigur orðini til, umframt at syngja bakrøddir saman við Arnold.

Mother Abstraction er eitt eksperimenteradi par, sum gera dancebeats við ??Ambient Realsound?? og ??Musique Concrete??. Sunrise er ein blanding av vokali, guitar, keyboard og bass yvir Sequence Soundscape.Arnold Ludvig spælir bass við Sunrise hetta kvøldið. Sunrise ? a journey into sound, celebrating www.myspace.com/monkeyratmusic

www.myspace.com/mettacarter

www.myspace.com/sassymusic

www.christiania.org