MonkeyRat við gittarsnillinginum Alain Apaloo frá Togo, og
Ma Earth & The Vaudevillians spæla dupult konsert. Konsertin verður í Christiania Børneteater nú leygarkvøldið. Klokkan 23 spæla MonkeyRat saman við
gittarsnillinginum, Alain Apaloo frá Togo.
Alain spælir gittar á 5 av 12 løgum sum
MonkeyRat hava upptikið í Soundscape
Studio fyrr í ár til fyrstu fløgu-útgávuna
hjá bólkinum nú síðst í 2009.
Johan Kolsut verður sjálvandi við trummurnar,
sum vanligt, og verður hetta so fyrstu ferð
at Alain Apaloo spælir við bólkinum live.
Klokkan hálvgun eitt singur Deborah við sínum
Funk/Soul bólki, Ma Earth & The Vaudevillians.
Didi Levy spælir, sum vanligt, gittar, men nú
leygarkvøldið spælir Arnold Ludvig bass og amerikanski
chritianitturin, Joe Raines, situr við trummurnar.
Dupult konsertin verður í Christiania Børneteater
Leygarkvøldið 19 september.
Eftir konsertina spælir
dj Anna OneDerFunk










