MonkeyRat á Islands Brygge

Fríggjadagin 21. september kl. 15:30

verður konsert í Kulturhuset á Islands Brygge

við føroysku/italsk-kanadisku duoini MonkeyRat MonketRat er ein serstøk duo við poesi og bassi.

Tað eru italsk-kanadiska Anna Iachino, vokalar, og føroyski maður

hennara, Arnold Ludvig, bass og vokalar, sum manna MonkeyRat.

Tey framføra einans egnan tónleik. Anna Iachino skrivar tekstirnar

og Arnold Ludvig skrivar tónleikin.

 

Tey bæði byrjaðu at arbeiða við teirra fyrstu fløguætlan í december 2006,

tá tey, við hjálp frá Terja Rasmussen og Oyravox Studio í Nólsoy, byrjaðu

at gera demo upptøkur av teirra fyrstu verkum. Síðani eru tey bæði flutt til

Keypmannahavnar, har tey arbeiddu víðari við at gera upptøkur við hjálp frá

Róin Siggertson og Sassy Music Studio. MonkeyRat arbeiða nú dagliga

við upptøkum í teirra egna MRM Studio. Fløgan kemur væntandi út

á vári 2008.

 

Konsertin nú fríggjadagin í Kulturhuset, Islands Brygge, er tann fyrsta í eini røð

av konsertum, sum danska listafelagið Desarts skipar fyri.

Eftir dundrandi succes á Nakkefestival 2007, verða MonkeyRat alsamt oftari

boðin at luttaka á konsertum ymsa staðni.