MonkeyRat Band á Christianshavn´s Boboerhus hóskvøldið

MonkeyRat Band skal spæla konsert á Christianshavn´s Boboerhus

hóskvøldið 18. september klokkan 20:30

MonkeyRat Band, sum eru Anna Iachino (It/Can) vokal,

Arnold Ludvig (Fo) bass og tann superfeiti Johan Kolsut

(Se/Pl) trummur, skal spæla konsert á Christianshavn´s Boboerhus

hóskvøldið 18. september klokkan 20:30.

 

Tað er nú møguligt at síggja tvey nýggj sjónbandaklipp frá

Fuck the Jante Law konsertini hjá MonkeyRat á Kulturelle Markedsdage

í Nørrebroparken tann 6. september. Her sást, hvussu nógv

MonkeyRat hevur útviklað seg sum bólkur, síðani tey byrjaði sum dou

í 2006.

 

Tann 31. august spældu MonkeyRat annað ár á rað í Kulturhuset

Islands Brygge til tann árliga 3 Festdage for Maleriet 2008 festivalin.

Konsertin var ómetaliga væl móttikin.

 

Tá Café Sarajevo í Montreal frætti, at Anna og Arnold skuldu á vitjan í

Kanada í seinnu helvt av august, vóru tey boðin at spæla teirra fyrstu

kanadisku MonkeyRat konsert í Café Sarajevo sum duo tann 20 august.

Eisini hendan konsertin var heiðurliga fagnað.

 

MonkeyRat vóru aftur í ár boðin at spæla á Nakkefestival tann 23. juli

2008. Her var ein sannur rómur av einum stórum skara av fjepparum

frá seinasta ár, sum vóru komnir aftur bert fyri at hoyra og sýggja

MonkeyRat. Tey lótu sera væl at. Onkur segði at MonkeyRat hoyrir

heima á Roskilde Festival og hinum stóru.

 

MonkeyRat Band Live á

Christianshavn´s Boboerhus

Dronningensgade 34, 1420 København K

Hóskvøldið 18. september

klokkan 20:30