Listakvinnurnar Monika Stauss Joensen og Kristfríð Tyril hava nú latið úr hondum eina nýggja barnamyndabók um bamsurnar Bartal og Bjarni.
Hjá bamsunum Bjartali og Bjarna hendir altíð okkurt óvæntað og skemtiligt. Bartali dámar væl at fiska, og Bjarni spælir tónleik. Saman hjálpa teir mammu síni at keypa inn, teir vitja ommu og abba sín, og teimum dámar sera væl at hoyra søgur og at eta pannukøkur. Ymiskt er í bókini at gita og leita eftir. Eisini eru smáar uppgávur at loysa.
Monika Stauss Joensen hevur skrivað tekstin til bókina og útvegað tilfar til myndirnar. Kristfríð Tyril hevur tikið allar myndirnar, sett bókina upp og gjørt hana prentklára.
Myndirnar eru tiknar runt í Føroyum og helst er hetta fyrsta bókin av sínum slag.
Estra í Gøtu hevur prentumsitið bókina.
Bókin fæst í bókabúðunum kring landið.










