Monika fekk eitt sjeyndapláss

Í gjár var finalan í Miss Universe Danmark

 

Í gjárkvøldið kappaðust 25 kvinnur um heiðurin sum Miss Universe Danmark. 20 ára gamla Monika Midord Nolsøe, sum er úr Vági, var millum finalistarnar, men tað rakk ikki til eitt frystapláss.

 Tað endaði við einum sjeynda plássi til Moniku.

- Hetta var besta kvøldið nakrantíð! Eg eri takksom, og hetta fekk meg ikki til at missa mótið, men komi aftur sterkari til eina eina vakurleikakapping í framtíðini, sigur hon og takkar fyri stuðulin, hon hevur fingið.

Vinnarin gjørdist Katja Stokholm, sum so skal umboða Danmark í altjóðu vakurkappingini Miss Universe, har næstan 90 tjóðir luttaka.