Mongu samanleggingarnar hava oyðilagt næstbestu deildina

(FM1) Hoyr tað sum Oddbjørn Joensen segði í upptaktini á FM1 um 1. deild og mongu samanleggingarnar av fótbóltsfeløgum

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr tann partin av upptaktini hjá Peturi Asbjørn Lervig á FM1, ið snúði seg um næstbestu fótbóltsdeildina og tær mongu samanleggingarnar av fótbóltsfeløgum, ið hava verið kring landið.

 

Oddbjørn Joensen, ið hevur nógvar royndir sum spælari, venjari og fótbóltsviðmerkjari heldur, at alt ov nógv fótbóltsfeløg er løgd saman í Føroyum, og tað hevur fækkað um talið av fótbóltsspælarum, og tað hevur fullkomuliga drenað næstbestu fótbóltsdeildina fyri spenning.

 

Oddbjørn eftirlýsir sumbingar, hvalbingar og menn úr øðrum bygdum sum spæla fótbólt í dag. Hann heldur vit hava gjørt alt ov nógv av at sláa fótbóltsfeløg saman, og Føroyar eru fótbóltsliga blivnar fátækari.