Mong fara at doyggja afturat í Pakistan

Tað fer ikki at eydnast at útvega teimum heimleysu í Pakistan tak yvir høvdið, áðrenn veturin kemur

 Eg noyðist tíverri at ásanna, at vit eru ov sein á sjóvarfallinum. Um einar fjúrtan dagar kemur veturin, og vit hava ongan møguleika at útvega teimum nógvu heimleysu tak yvir høvdið til ta tíð.
Tað sigur aðalskrivarin í Reyða Krossi í Danmark, Jørgen Poulsen. Hann hevur júst verið í jarðskjálvtaøkinum í Pakistan saman við danska menningarmálaráðharranum, Ullu Tørnæs. Jørgen Poulsen sigur, at tann stóri trupulleikin er at fáa hjálpina fram til tey neyðstøddu, tí alt samferðslukervið at farið.
Orsakað av støðuni hava hjálparfelagsskapirnir gjørt av at leggja serligan dent á at útvega fólki tjøld, teppi og ymisk amboð. Men tey noyðast sjálvi at fáa sum frægast burtur úr húsatoftunum, so tey kanska kunnu útvega sær skjól til veturin.
Ulla Tørnæs heldur ikki, at danska stjórnin skal økja hjálpina til tey neyðstøddu. Hon vísir á, at nógv lond hava als ikki latið tað, sum tey hava lovað, og at tann hjálpin má koma fyrst.
Annars heldur danski ráðharrin, at heimssamfelagið er alt ov illa fyrireikað til slíkar vanlukkur. Tí fer hon at skjóta upp, at heimssamfelagið stovnar ein serligan hjálpargrunn, sum skal hava tann neyðuga peningin tøkan, tá so stórar vanlukkur henda. Tað hevði gjørt, at ongum nýttist at bíða eftir pengum frá teimum ymsu londunum, sigur Ulla Tørnæs.