Mondeo ársins familjubilur

Top Gear hava valt Ford Mondeo sum "Family Car of the Year 2007". Hetta hendi undir presentatiónini av teirra árliga "Awardshowi".

Kendi motorjournalisturin Jeremy Clarkson og starvsfelagar hansara vóru samdir um, at Ford Mondeo er ein praktiskur, væl koyrandi bilur við sera góðum koyrieginleikum og ein virðiligur vinnari av heitinum "Family Car of the Year 2007".