Mona Sahlin hevur verið fyri hvassorðaðum atfinningum seinastu vikuna, eftir at svensk bløð enn eina ferð avdúkaðu óskil í hennara fíggjarligu viðurskiftum. M. a. kom fram, at hon hevði ikki goldið vegskatt fyri bilin, og at bilurin heldur ikki hevði verið til sýn við tí úrsliti, at myndugleikarnir høvdu sett henni forboð fyri at nýta bilin.
Eisini kom fram, at Mona Sahlin hevði havt trupult við at rinda sín restskatt. Hon hevði pengar til restskattin, men rindaði ikki, fyrr enn skattavaldið hevði rykt eftir pengunum nakrar ferðir.
Slíkt sømir seg ikki einum ráðharra, og ein kanning í síðstu viku vísti eisini, at 80 prosent av svium hildu, at Mona Sahlin átti at fara frá. Fólk høvdu heilt einfalt ikki álit á henni.
Ikki henda aftur
Men ein hevur í hvussu er álit á Monu Sahlin. Tað er Göran Persson, forsætisráðharri, og mánadgin boðaði hann frá, at Mona Sahlin verður verandi í stjórn hansara. Boðini komu beint eftir ein fund millum forsætisráðharran og tann umstrídda ráðharran.
- Eg eri sannførdur um, at Mona Sahlin fer at ansa sær betur í framtíðini, soleiðis at hetta ikki endurtekur seg. Hon heldur fram sum ráðharri í vinnumálaráðnum, segði Göran Persson eftir fundin.
Sjálv segði Mona Sahlin við Aftonbladet, og hon hevði fingið áheitanir frá nógvum fólki, sum vildu hava hana at halda fram í ráðharrastarvinum.
Fyrr hevur hon boðað frá, at hon stillar upp til komandi ríkisdagsvalið.