Mona og Pauli til World Cup

Mona Simonsen og Pauli Øssurson Mohr, sum bæði eru fødd í 1991, sleppa umframt Pál Joensen, til World Cup kappingina í Berlin 14- og 15. novembur. Fyri at sleppa við til World Cup kapping krevst, at tú ert besti drongur ella besta genta yvir høvur. Tað vil siga, at tú skalt hava mest FINA stig, sum er ein útrokningarháttur í altjóða svimjing fyri at meta um støðið. Hetta megnaðu so Mona Simonsen á 400 metrar frí og fekk tí 731 FINA stig, sum ongin onnur kvinna megnaði, og Pauli Øssursson Mohr megnaði at vinna sær 686 FINA stig í 50 metrar frí. Bara Pál Joensen hevur megnað at fáa meira enn 686 FINA stig millum 1. septembur og 1. novembur.