– Tinganes skal aftur til heiður og æru. Molin hevur seinastu 90 árini tikið útsýnið frá Tinganesi út á Nólsoyarfjørð. Hetta skal nú broytast.
Tað siga Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, sum nú í nakrar dagar hava skipað fyri at savna inn undirskriftir at mótmæla ætlaðu útbyggingini av Tórshavnar havn.
Men teir ætla sær víðari:
– Havnin skal bjargast! Og tí ætla vit okkum víðari. Molin í Havn skal burtur allur sum hann er, tí hann órógvar bæði útsýni av Tinganesi út á Nóloyarfjørð, eins og hann tekur vøkru sjónina frá fólki, sum koma sjóvegis til Havnar.
– Tí fara vit í dag – 1. apríl – samstundis sum vit hava mótmælisundirskriftirnar, eisini at heita á Heðin Mortensen um at fáa molan í Havn burtur sum skjótast. Tilfarið kann so nýtast til nýggja flogvøllin á Flesjunum í Tangafirði, siga Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen.








