Tað gekk ikki sum ætlað, og ætlaði sigurin gjørdist eitt vónbrot á Tórsvølli framman fyri teimum 2.710 áskoðarunum, sum vóru til dystin.
Í dystinum í Moldova í mars var javnleikur, 1-1, men hesaferð var Moldova omaná.
Føroyski liðið byrjaði væl og fleiri naskar royndir vóru, sum boðaði frá góðum. Vónir og vætanin til dystin vóru stórar, men tað glapp á stokkinum.
##med3##
##med4##
Fyrri hálvleikur var frægari, men eftir steðgin komu moldovar longri fram á vøllin, og tað hevði við sær, at føroyska spælið ikki gekk eins væl, og tað endaði við, at føroyingar mistu bóltin á veg í álop, og tá eydnaðist liðformanninum hjá Moldova , Vadim Rata, at seta bóltin í netið.
##med2##
##med6##
Í síðsta minutti mundi tað eydnast Gunnari Vatnhamar at seta bóltin í netið, men hann fór dygst við síðuna av málinum.
##med5##
Føroyar – Moldova 0-1 (0-0)
0-1: Vadim Rata 53.
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Gilli Rólantsson Sørensen (René Shaki Joensen, 46.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andreasen (Hørður H. Askham, 79.), Andrass Johansen (Sølvi Vatnhamar, 64.) – Jóan Símun Edmundsson (Hannes Agnarsson, 64.), Klæmint A. Olsen (Stefan Radosavljevic, 79.)
















