NOREG
Í fyrstu royndini eftir venjaraskiftið eydnaðist tað Molde at fáa fulla úrtøku. Teir vunnu á heimavølli 2?1 ímóti botnliðnum Tromsø. Molde var frammanfyri 2?0 í hálvleikinum. Eftir steðgin skoraði Tromsø upp á brotsspark. Eddie Gustafsson var í Molde málinum, og Jákup Mikkelsen var á beinkinum.
Rosenborg hevur fult stigatal eftir sjey tey fyrstu umførini. Tað er besta byrjanin, sum nakað felag hevur fingið, síðani norska kappingin fyrstu ferð varð løgd upp á tann mátan, sum hon er tað. Sunnudagin vann Rosenborg 3?2 í Skien. Odd gjørdi sjálvmál, tá ið tað restaði ein lítil løta, og teir misnýttu brotsspark í síðstu sekundunum.
Sogndal varðveitti næstfremsta plássið við 1?1 á heimavølli ímóti Aalesund.