Molde snávaði enn eina ferð

Síðstu løtuna misti føroyska liðið í Noregi 2?0 leiðsluna, sum vendist til javnleik og harvið støðu langt frá toppinum

NOREG

Tað gongur einki serligt hjá Molde. Eftir skaðan í fingrinum undir venjing við landsliðnum mánadagin í síðstu viku kundi ikki roknast við, at Jákup Mikkelsen fór at vera á liðnum. Tað var hann heldur ikki, men hann var á beinkinum, tá ið Lyn vitjaði í Molde.
Tað tóktist leingi, sum um at Molde skuldi vinna fyri aðru ferð í ár. Fyrstu tíggju minuttirnar av seinna umfarinumskoraðu teir tvey mál, men so mundu teir kenna seg ov tryggar. Gestirnir skoraðu í 75. og 82. minutti ? fyrra málið var stút eftir frísparksinnlegg og tað seinna langskot frá 17 ára gomlum debutanti ? og so var lagið ikki gott í Molde.
Undan kappingarbyrjan varð Molde mett sum besta boðið upp á hóttan móti Rosenborg, men tað sær svart út nú. Rosenborg var á heimavølli ímóti uppflytaraliðnum úr Aalesund. Heimaliðið var ikki serliga sannførandi, men teir vístu dygdirnar, sum góð lið ofta vísa. Hóast tey ikki spæla væl, so vinna tey. Rosenborg vann 1?0 og hevur nú vunnið fýra ferðir á rað.
Undanfarnu árini hevur tað ofta verið eitt sindur striltið hjá ellivu falda meistaraliðnum í fyrstu umførunum, men soleiðis er tað ikki hesa ferð. Teir hava vunnið alt, og tað er sera torført at ímynda sær annað meistaralið enn Rosenborg.
Sogndal megnar framvegis at hanga uppií topppinum, men hesa ferð fingu teir ikki fult. Teir vóru á útivølli ímóti Vålerenga, og har var rættuliga undirhaldandi. Úrslitið var 3?3.
Odd Grenland var norðuri í Tromsø. Odd málverjin eitur Erik Holten. Hann stórspældi og vísti harvið, hví hann er landsliðsmálverji. Heimaliðið hevði fleiri góðar møguleikar, men landsliðsmálverjin bjargaði øllum. Odd skoraði tvey mál og fekk harvið trý týdningarmikil stig.
Hjá Lillestrøm gongur tað, soleiðis sum tað gjørdi størsta partin av kappingarárinum í fjør. Í staðin fyri at vera við í oddastríðnum, so mugu teir hyggja niður eftir. Hesa ferð vóru teir í Bergen og spældu ímóti Bryne, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar at vinna 3?1.
Stabæk og Bodø/Glimt spældu málleysan javnleik.