ÚTISETAFELAG
Tað stendur einki til í Molde. Ikki soleiðis at skilja at fótbóltsliðið ikki er klárt at fara undir nýggja kappingarárið. Men heldur er tað í fíggjarliga partinum, at skilið ikki er so gott.
Kjell Inge Røkke hevur verið fíggjarliga trygdin síðstu árini, og tað er hann framvegis. Fyri góðum tveimum árum síðani skrivaði Røkke sáttmála við Molde. Milliarderurin bant seg til at rinda felagnum 20 milliónir um árið í fimm ár. Ta avtaluna ? at rinda felagnum tilsaman eitt hundrað milliónir krónur í fimm ár ? ætlar Røkke at halda seg til. Men kortini hevur hann reist uggafjarðarnar so mikið, at teir í fótbóltsfelagnum kenna seg noyddar at spara.
Veruleikin er tann, at Molde FK hevur brúkt nógv meiri pengar, enn teir hava havt inntøkur at gjalda við. Í fyrraárið brúktu teir tíggju milliónir ov nógv, og í fjør brúktu teir sjey milliónir ov nógv. Bæði árini hevur Røkke tett holini, umframt at hann hevur rindað tað, sum hann í sáttmálanum hevur bundið seg til.
Nú hevur Røkke boðað felagnum frá, at hann ikki eina ferð afturat ætlar sær at spæla eyka jólamaður. Felagið fær 20 milliónir í ár og so ikki eina krónu afturat. Tað er hetta, sum er orsøkin til, at leiðslan í felagnum nú kennir seg noydda at skerja útreiðslurnar.
Samlaðu útreiðslurnar sigast vera umleið 50 milliónir. Felagið megnar sjálvt at fáa 25 milliónir til vega í inntøkum, og so fær tað milliónirnar frá Røkke. Tað vil við øðrum orðum siga, at um útreiðslustøðið verður, sum tað hevur verið, so verður talan í ár um eitt rakstrarhall upp á einar fimm milliónir krónur.
Lønarlækking
Størstu útreiðslurnar í fótbóltsfeløgum eru lønirnar. Tí er tað í lønunum, at skerjingarnar skulu gerast, um tær skulu muna nakað.
Sambært Norðlýsinum í Molde ? tað eitur Romsdals Budstikke ? fáa spælararnir í Molde millum tvey hundrað túsund og eina millión krónur í løn um árið. Sama blað veit at siga, at leiðslan í felagnum hevur heitt á spælararnar um at fara tíggju prosent niður í løn ella í alt 1,5 milliónir um árið. Blaðið veit eisini at siga, at felagið hjá spælarunum hevur verið uppi í leikinum, og at umboð fyri felagið hava tosað við spælararnar ? ein og ein ? fyri at lodda dýpið, hvønn hugburð teir hava til uppskotið um lønarniðurskurð. Enn er ikki greitt, hvat fer at spyrjast burturúr.
Jákup Mikkelsen váttar, at talan hevur verið um lønarlækking, og at hann og hinir spælararnir eru spurdir um, hvat teir siga til uppskotið, men hann vil einki meiri siga um hetta uttan tað, at hann roknar við at vera í felagnum inntil síðst í november, tá ið sáttmálaskeiðið verður runnið.
Molde venjarin, Gunde Bengtsson, segði fyri viku síðani, at hann hevði ætlanir um at keypa tveir spælarar á landsliðsstøði afturat til felagið. Men hann varð skjótt settur upp á pláss av leiðsluni, sum boðaði frá, at talan fór ikki at vera um at keypa nýggjar spælarar. Venjarin ásannaði, at tað var leiðslan og ikki hann, sum í sovornum førum eigur síðsta orðið, og so helt hann seg hava rætt at leggja afturat, at møguleikin hjá Molde at vera við í stríðnum um gullkrónurnar fór ikki at verða so góður, sum hann kundi havt verið, um felagið hevði havt keypt tveir nýggjar spælarar.
Møguleikin at selja onkrar spælarar og harvið at lætta um lønarútreiðslurnar hevur verið nevndur, men enn eru eingir Molde spælarar seldir. Síðani í heyst eru fimma spælarar farnir úr felagnum. Teir vóru 26, sum stríddust um plássini á besta liðnum. Nú eru teir 21.










