Tippeliga
Lagið var sera gott í Lillestrøm sunnukvøldið. Teir vóru komnir úr Molde við 2?1 sigri. Samstundis hevði Rosenborg bara megnað 1?1 ímóti Lyn. Tað hevur við sær, at Lillestrøm liggur best fyri í kappingini um norska meistaraheitið. Teir eru tvey stig aftanfyri Rosenborg, men teir hava spælt ein dyst færri, og teir eiga heimadyst á ímóti Rosenborg.
Tí er ikki at undrast á, at mótstøðumenninir hjá Jákupi Mikkelsen og hinum í Molde frammanfyri 7.604 áskoðarum vóru hjartans fegnir, tá teir í 94. minutti høvdu skorað til 2?1 og dómarin so at siga beinanvegin bríkslaði av.
Seinna málið fingu teir eftir fríssparksinnlegg. Bólturin fór nakrar ferðir aftur og fram í brotsteiginum, áðrenn verjumaðurin, Arne Vidar Moen, smekkaði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og snýtti fullkomuliga Jákup Mikkelsen í Molde málinum.
Tætt alla tíðina
Tað hevði avgjørt ikki verið av leið, um Molde hevði fingið javnleik burturúr. Talan var alla tíðina um sera tætta uppgerð. Tað leikaði á frammanfyri bæði málini, og Jákup Mikkelsen hevði fleiri ferðir høvi at vísa gott málverjuspæl.
Molde kom á odda í 37. minutti. Verjuspælarin Trond Strande skoraði eftir horna. Støðan helt sær inntil í 71. minutti. Tá stútaði verjuspælarin Arild Sundgot langa frísparkssending í bleytum boga upp um Jákup Mikkelsen.
Ósigurin var eitt stórt vónbrot hjá Molde, men teir varðveita kortini fjórða plássið, og møguleikin fyri altjóða fótbólti komandi ár er avgjørt ikki burtur.
Gott lag í Sogndal
Tá landsdysturin í Slovenia er farin afturum leygarkvøldið, fer Kurt Mørkøre yvir aftur til Sogndal, har hann framvegis er sáttmálabundin. Hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá stóra málskjúttanum hjá KÍ er ikki avgjørt. Í samrøðu við Norðlýsið fríggjadagin segði Kurt, at tað hava verið følarar úr bæði Noregi og Svøríki. Tað er eisini kent, at fleiri at feløgunum í Føroyum fyrr í summar vístu Kurt Mørkøre stóran áhuga.
Í Sogndal er lagið gott. Tað tykist vera greitt, at liðið eisini komandi ár fer at spæla í bestu deildini. Sunnudagin styrktu teir nógv um sína støðu, tá teir vunnu 3?2 á útivølli ímóti Tromsø. Håvard Flo skoraði tvey av málunum hjá Sogndal.