Molde fýra má í eitt korter

Eftir at teir hava verið skýrdir at spæla verjukent og keðiligt, blomstraði Molde av álvara í 2.hálvleiki, tá teir vunnu stórsigur á Moss

NOREG

Jákup Mikkelsen var aftur á beinkinum, tá Molde hóskvøldið á heimavølli vann stórsigur, 5?1, ímóti Moss. Og hesa ferð varð Molde málverjin, Eddie Gustafsson, sannførandi. Moss kom á odda, tá ein hálvur tími var farin, og lítla løtu seinni høvdu teir góðan møguleika at økja um leiðsluna. Men í ein ímóti einum støðum bjargaði málverjin, Molde javnaði undan steðginum, og í 2. hálvleiki var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin skuldi verða.
4.817 áskoðarar varð ikki hildið at vera eitt høgt tal. Áskoðararnir vórðu sagdir at halda seg burtur fyri á tann hátt at mótmæla, at heimaliðið ikki hevur spælt serliga áskoðarvinarligan fótbólt í ár. So svaraðu venjarin og spælararnir aftur. Í 2. hálvleiki spældu teir meiri álopskent og sannførandi, enn teir hava gjørt í nøkrum øðrum dysti higartil í hesum kappingarárinum.
Í 16 minuttir skoraðu teir fýra mál. Moss hevði frammanundan staðið seg væl ímóti bæði Lillestrøm og Rosenborg, men nú løgdu teir rygg til stórtap.

Nógv undirhald
Hósdagurin var 16. mai ella dagurin undan tjóðardegnum hjá norðmonnum. Nógvir áskoðarar vóru til fleiri dystir, og teir vóru vitni til fleiri mál, enn tað eru skorað í nøkrum øðrum umfari higartil í ár.
Lyn hevði á tjóðarvøllinum Ullevaal í Oslo vitjan av Bodø/Glimt. Heimaliðið vann 3?1, og harvið eru teir klárt oddalið. Munurin aftur til teir næstu er sjey stig. Hóast kappingin framvegis er rættuliga ung, so eru teir í Noregi longu farnir at tosa um gulldeym í Oslo.
Meistaraliðið seinastu tíggju árini, Rosenborg, hevði heima á Lerkendal í Tróndheimi vitjan av Start frá Kristiansand. Heimaliðið vann 4?2, og tað sóu fleiri enn átjan túsund. Men avrikið varð ikki mett at vera sannførandi. Rosenborg var á odda 2?0 í steðginum. Fyrstu tjúgu minuttirnar av seinna umfarinum skoraði Start tvær ferðir. Kollektiv sovisjúka, segði Rosenborg venjarin Nils Arne Eggen um orsøkina til tað, sum hansara menn stóðu fyri fyrrapartin av seinna umfarinum. Kortini fekk Rosenborg tikið seg saman og vann.
Fleiri enn átjan túsund áskoðarar vóru í Bergen, har Brann hevði vitjan av Bryne. Stóri áhugin mundi komast av, at Brann hevði vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, men stóra fjøldin fór vónbrotin til hús. Bryne, sum er millum botnliðini, vann 2?1.
Tólv túsund í Stavanger vóru eygnavitni, tá Viking hevði vitjan av Stabæk, og tey vóru heldur ikki serliga væl nøgd. Heimaliðið var frammanfyri 2?0 eftir fyrra umfarið, men tað endaði 3?3. Tá eitt korter var eftir, kom Stabæk framum 3?2, so nógvu heimaáskoðararnir vóru ikki heilt illa nøgd, tí tað eydnaðist í síðstu løtu at fáa javnt.
13.652 áskoðarar sóu Lillestrøm á heimavølli spæla keðiligan 1?1 javnleik ímóti Vålerenga, sum hevur staðið seg væl í ár. Fáir upplagdir málmøguleikar vóru.
Odd Grenland hevði í Skien vitjan av Sogndal. Fyrrverandi føroyska felagið fór til hús við 4?2 tapi. Hetta var fimti ósigurin á rað hjá Sogndal, sum framvegis eigur fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum til góða. Tá tað restaði eitt korter, var støðan 2?0 til heimaliðið. Bæði Sogndal málini komu eftir deyðbóltsstøður.