NOREG
Í vikuskiftinum kom av álvara ferð á norska fótbóltsárið. Tá varð fyrsta umfarið í Tippuliguni á skránni. Hóast Jákup Mikkelsen segði her í blaðnum í síðstu viku, at hann ikki roknaði við, at hann fór at fáa møguleikan í Molde málinum í fyrsta umfarinum, so kendist tað eitt sindur spennandi at frætta, um nú hann kortini hevði fingið møguleikan, men soleiðis var tað ikki.
Eddie Gustafsson var í Molde málinum. Og hóast Molde tapti 1?0 á útivølli í Skien ímóti Odd Grenland, so varð svenski málverjin sagdur at vera framúr væl upplagdur. Einasta málið kom, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt. Skotið kom eftir fríspark dygst uttanvert brotsteigarmarkið, og málverjin hevði ongan møguleika at bjarga, staðfesta norskir fjølmiðlar.
Fram ímóti dystarenda bjargaði Molde málverjin brotssparki. Hann tveitti seg rætta vegin og fekk bóltin burtur.
Molde avrikið verður sagt at vera eitt vónbrot. Tað hevði einki við heiðursmerki av nøkrum slagi at gera, verður staðfest og harvið verður eisini sipað til, at tað undan kappingarbyrjan hevur verið roknað við, at Molde skuldi hava góðar møguleikar at endurvinna silvurkrónurnar, sum teir vunnu í fjør.
Næsta royndin hjá Molde verður á heimavølli 2. páskadag. Tá fara teir at fáa vitjan av Lillestrøm. Hetta felagið verður roknað sum ein av mest uppløgdu avbjóðarunum hjá Molde til næstfyrsta plássið.
Í fjør gekk leingi syndarliga illa hjá Lillestrøm, sum hevði ilt við at koma sær úr niðurflytingarvandanum. Hesa ferð skarst betur í fyrsta umfarinum. Lillestrøm hevði vitjan av Bodø/Glimt, sum tapti 1?0. Málið varð stútað, tá ið ellivu minuttir vóru eftir. Bodø/Glimt verður roknað millum mest uppløgdu evnini at flyta niður. Men í hesi fyrstu royndini á Åråsen høvdu gestirnir í hvussu so er uppiborið at fingið javnleik og harvið eitt stig. Men soleiðis tørnaði tað altso ikki út.
Meistarnir vinna
Í øllum gitingum undan kappingarbyrjan hevur verið mett, at Rosenborg úr Tróndheimi aftur í ár er besta boðið upp á at vinna meistaraskapin, og áhugin fyri fótbólti er framvegis stórur í Tróndheimi.
Leygardagin møttu í einki serliga várligum líkindum 16.849 upp á Lerkendal, og tey fóru væl nøgd til hús aftur. Heimaliðið vann 1?0 á Vålerenga. Tað var betri enn í fjør, tá ið høvuðsstaðarfelagið fór úr Tróndheimi við einum stigi eftir 1?1.
Málskjútti hesa ferð var Harald M. Brattbakk, sum var álopsfelagið hjá Toda Jónsson í FCK fyri ikki so langari tíð síðani. Brattbakk stútaði bóltin í málið í 18. minutti. Harvið legði hann lunnar undir tað, sum nógv rokna við verður veruleiki, tá ið 26. og seinasta umfarið verður spælt alla halgannadag, sum er 1. november. Umfamt at Rosenborg skal vinna NM, verður eisini roknað við, at Brattbakk skal gerast toppskjútti.
Eftir fyrsta umfarið er Viking úr Stavanger á odda. Teir vunnu sunnudagin 3?0 á heimavølli ím´ímóti Bryne. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.
Sogndal fekk góða byrjan, tí teir vunnu 2?1 á heimavølli ímóti Stabæk. Uppflytaraliðini Aalesund og Tromsø hittust, og tað eydnaðist Tromsø at fara longu leiðina norður aftur til hús við 3?2 sigri.
Í gjárkvøldið spældu Lyn og Brann úr Bergen.