Mokosica hevur siglt á land

Tað 66 metrar langa farmaskipið Mokosica úr Tórshavn fekk fyrr í morgun maskinsteðg.

Skipið liggur í løtuni við kai í Valderøya.

Ein av manningini umborð á bjargingarbátinum Emma Dyvi sigur við NRK, at farmaskipið var á veg til Kristiansund, men fekk trupulleikar við motorinum, tá teir sigldu gjøgnum Valderhaugfjord.

Mokosica sigldi á land, men fór ikki at leka.

- Vit sleipaðu skipið út á fjørðin aftur, og í løtuni liggur Mokosica við kai, har roynt verður at fáa motorin í gongd aftur.

Skipið verður eftir ætlan sleipað til Ålesund seinni í dag.