Havnar Fiskacentralur er eitt felag hjá Mohr-familjuni, eftirkomararnir hjá Kjartan Mohr. Tá ognirnar hjá Tórshavnar Skipasmiðju vórðu seldar, helt gamla partafelagið hjá Kjartan Mohr fram, men nú við navninum P/F 14 – sama nummar sum skrásetingarnummarið hjá felagnum.
Sp/F 14, sum felagið nú eitur, eigur sambært ársroknskapinum fyri 2005 meira enn 50% í Sp/F Havnar Fiskacentrali, sum tískil er við í konsernroknskapinum hjá Sp/F 14.