Møta Frankaríki í finaluni í kvøld

Jóhan á Plógv Hansen og hinir á danska landsliðnum skulu í kvøld møta Frankaríki í heimsmeistarakappingini fyri U21 í hondbólti.

 

Jóhan á Plógv Hansen og hinir á danska landsliðnum skulu í kvøld møta Frankaríki í heimsmeistarakappingini fyri U21 í hondbólti.

 

Jóhan á Plógv Hansen varð toppskorari á danska landsliðnum í gjár, tá liðið vann 28-26 á týska landsliðnum. Jóhan á Plógv Hansen skeyt seks mál – og hevði seks málroyndir.

 

Í hinari hálvfinaluni kappaðust Frankaríki og Egyptaland. Tann dystin vann Frankaríki 30-28.

 

Í bólkaspælinum møtta Danmark eisini Frankaríki, og tann dystin vann Frankaríki 32-26.

 

Danski landsliðsvenjarin, Claus Hansen, sigur, at hann hevur eina vælgrundaða vón um, at Danmakr fer at klára uppgávuna í kvøld.

 

– Tað vænti eg, hóast vit taptu ímóti teimum í bólkaspælinum. Eg haldi, at vit hava ment spælið, og tí kunnu vit spæla ein tættari dyst ímóti teimum nú, sigur hann.

 

Claus Hansen rósar spælarunum í stórum vendingum, áðrenn dystin móti Fraklandi.

 

– Hetta eru avgjørt teir spælarar, sum eg havi havt við í einum endaspæli, sum fortjena best eitt finalupláss. Teir hava arbeitt ótrúgliga professjónelt og staðið saman sum eitt, og tað skulu teir hava rós fyri, sigur landsvenjarin sambært Ritzau.

 

Finalan verður spæld í kvøld klokkan 22 føroyska tíð. Dysturin verður stroymaður og kann síggjast á slóðini HER