Møguliga verður turrari um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI er eitt sindur bjartskygdari um veðrið um vikuskiftið.

Fleiri brúgvaløg flyta seg komandi dagarnar yvir Føroyar úr suðri og hava regn við sær. 

 

Í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið og í støðum strúkur í vindi, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn og hitin um 10 stig. Í kvøld og í nátt eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og regn av og á. Hitin um 10 stig.

 

Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, sum snarar í ein eystan og landnyrðing, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein sunnan og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og nakað av regni. Hitin um 10 stig. 

 

Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og fyrst regn, men sum líður út á dagin, klárar hann í. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, sum snarar í ein landsynnin, 2 til 7 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og í støðum onkrir sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi og eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Um náttina snarar hann í ein útsynning og minkar vindin til eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, og um náttina regn. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og kanska sær sólin. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Mánadagin verður so frá líður eitt gu til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og eitt sindur av regni av og á. Hitin millum 8 og 13 stig.