Síðsta sunnudagsumfarið í 2023 landskappingini verður í dag. 27. og síðsta umfar verður leygardagin, og so verður finalan um løgmanssteypið annað leygarkvøld.
FM spurningurin er svaraður fyri fleiri vikum síðani.
KÍ er meistari, og Víkingur og HB vinna hini heiðursmerkini. Tað er góður møguleiki fyri, at tað í dag verður greitt, at víkingarnir verða næstbestir, og at HB fer at enda á triðja plássi.
Tað er framvegis spenningur um, um tað verður B36 ella EB/Streymur, sum fer at tryggja sær fjórða plássið í europeisku kappingunum á sumri í 2023. Um B36 vinnur úrtøku ímóti HB í dag, so fer B36 at hava tryggjað sær rættin til europeiska luttøku, og soleiðis verður tað eisini, um EB/Streymur ikki vinnur úrøku á heimavølli ímóti KÍ.
Tað er framvegis møguleiki fyri, at fýra feløg kunnu flyta niður saman við Skála. Tey eru NSÍ, B68, AB og 07 Vestur. Um NSÍ ikki vinnur fulla úrtøku í dag, tá ið grannarnir í B68 vera gestir við Løkina, so verður tað greitt, at NSÍ í 2023 fer at spæla í næstbestu deildini. Um NSÍ vinnur fulla úrtøku í dag, so verður niðurflytingarspurningurin ikki svaraður fyrr enn leygardagin.
Líkindini at spæla fótbólt vera góð seinnapartin. Hitin verður 8 stig, tað verður skýggjað loft og turt, og vindferðin verður 4 metrar um sekundið av eystri.
NSÍ – B68: Petur Reinert kl. 15.00
Skála – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 18.00
EB/Streymur – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00
B36 – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB – Víkingur: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00
-
KÍ | 25 | 22 | 2 | 0 | 64 | 7 | 71 |
Víkingur | 25 | 17 | 3 | 5 | 65 | 24 | 54 |
HB | 25 | 15 | 4 | 6 | 50 | 26 | 49 |
B36 | 25 | 11 | 5 | 9 | 48 | 25 | 38 |
EB/Streymur | 25 | 10 | 5 | 10 | 31 | 44 | 35 |
07 Vestur | 25 | 7 | 6 | 12 | 30 | 57 | 27 |
AB | 25 | 8 | 3 | 14 | 32 | 62 | 27 |
B68 | 25 | 7 | 3 | 15 | 33 | 48 | 24 |
NSÍ | 25 | 6 | 3 | 16 | 28 | 53 | 21 |
Skála | 25 | 1 | 6 | 18 | 22 | 57 | 9 |