Møguleikarnir eru óavmarkaðir

Føroyingar biðið um fríhandilsavtalu við Kina

- Hjá Føroyum eru tað at kalla óavmarkaðir møguleikar við øktum samhandli við Kina.

 

Tað er niðurstøðan hjá tingmonnunum, Alfred Olsen, Aksel V. Johannesen og Bjarna Djurholm, nú teir vóru í Rás2 seinnapartin í dag og greiddu frá, hvat teir fingu burtur úr, tá ið teir herfyri vóru heilt í Kina og ferðaðist, saman við vinnunevndini hjá løgtinginum.

 

Á ferðini handaðu føroyingar kinesarum eina áheitan um eina fríhandilsavtalu.

 

- Fáa vit fríhandilsavtalu í lag, verður tað ein stórur fyrimunir fyri okkum, siga teir tríggir løgtingslimirnir

 

Frammanundan hava vit nógvan samhandil vil Kina og Føroyingar eru størsti útflytari av laksi til Kina, siga teir tríggir tingmenninir.

 

Alfred Olsen sigur, at í 2011 útfluttu føroyingar 5000 tons av laksi til Kina fyri 102 milliónir krónur. Í 2012 útfluttu við 11.000 tons av laksi til Kina fyri 198 milliónur krónur.

 

Og hóast 2013 ikki er endaliga uppgjørt enn, verður mett, at í fjør var útflutningur okkara av laksi til Kina var eini 16.000 tons av laksi fyri einar 330 milliónir krónur.

 

Aksel V. Johannesen vísti, at at í stórbýunum bilar keypiorkan ikki, tí kinesarar keypa laks í matstovum í Kina fyri 500 krónur kilo.

 

- Vit fingu at vita, at einir 800 milliónir kinesarar hava eina keypiorku, sum ger tey væl før fyri at keypa vørur.

harafturat hava kinesarar nógvan útflutning, eisini nógvar dygdarvørur.

 

Samstundi ferðast 100 milliónir kinesarar uttanlands um árið.

 

- Teir vilja síggja fjøll, firðir og sjógv og í fjør vóru 30.000 kinesarar í Kina og ferðaðist. Og talan er um sera rík fólk, sum eru ikki bangin fyri at brúka pengar.

 

Í Danmark brúkar eitt kinesiskt ferðafólk 1.400 krónur um dagin og ein týskur brúkar bara 300 krónur.