Komandi leygardag, 25. mars, verður Móðurmálsdagurin 2017 hildin í Løkshøll í Runavík.
Hóast altjóða móðurmálsdagur er 21. februar, so verður føroyskur móðurmálsdagur hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Hann varð føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819 – og tí verður hildið, at hesin dagur eigur at vera førosykur móðurmálsdagur, tí ávirkanin, sum Hammershaimb hevði á móðurmálið hevur verið so avgerandi.
Tað eru Móðurmálslærarafelagið, Nám, Sosialurin, Málráðið og Mentamálaráðið, sum skipa fyri móðurmálsdegnum.
Hesaferð hava fyrireikararnir valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin. Tað verður lýst í fimm stuttum fyrilestrum.
Tað verður Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, sum býður vælkomin, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum setur dagin í Løkshøll klokkan 13.
Jógvan í Lon Jacobsen fer at hugleiðga um yrkismál og almannamál, Elin Henriksen fer at tosa um yrkismál í støddfrøði og Marjun Arge Simonsen fer at tosa um yrkorðagerð.
Eftir kaffisteðg fer Maria Dam at tosa um yrkismál í evnafrøði og Randi Kúrberg um føroyskt ítróttarmál.
Millum framløgurnar fer Elinborg Pálsdóttir at sygnja.
Tiltakið endar við, at Móðurmálsvirðislønin 2017 verður handað. Tað verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum handar móðurmálsvirðislønina.
Móðurmál okkara hevur sína serligu søgu, sum vit kunnu vera errin av. Ikki minst kunnu vit fegnast um, at tað eydnaðist nøkrum fólkum í næst síðstu øld, við V. U. Hammershaimb á odda, at skapa okkum skriftmálið, sum var horvið. Tað er ikki hissini bragd at endurskapa einum fólki og eini tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki skriftmálið, so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er.
Og tey sum hava lyft arvin seinastu árini hava eisini rós uppiborið. Hyggið bara í skúlabøkurnar í dag í mun til fyri einum mansaldri síðini, ella í føroysku bløðini. Tað er eitt satt skarvslop, sum málið hevur gjørt – og tíbetur støðugt ger.