Tann 39 ára gamli sniðgevin og songkvinnan Laila av Reyni sóknast nú eftir gentum, sum eru lægri enn 1,62 metrar, at ganga catwalk.
Leygarkvøldið 12. oktober hevur hon eina serliga útgávukonsert, har mótasýning eisini verður á skránni.
Herfyri leitaði Laila av Reyni eftir modellum at ganga catwalk til ta einu mótasýningina hetta kvøldið.
- Tá vóru tað hesa her longu, slanku modellirnar, ið helst skuldu vera yvir 1,70 metrar, meðan eg nú sóknist eftir gentum, ið eru so lágar sum gjørligt, sigur Laila av Reyni.
Tær lágu modellirnar skulu verða partur av álvamótasýningini, sum eisini verður á skránni leygarkvøldið tann 12. oktober á Østrøm.
- Næmingarnir hjá mær á Tekniska Skúla fara at gera eitt heilt serstakt mótashow, har tema er álvagentur. Og tí vil eg hava heilt lágar gentur til at vera modellir til ta sýningina, greiðir Laila av Reyni frá.
Sunnudagin í hesi vikuni savnar hon saman allar tær genturnar, ið ynskja at luttaka í álvaframsýningini, og tá velur hon út, hvørjar tær 10 verða, ið sleppa við.









