Modellir fóru illa við íbúð

14 ungar kvinnur, sum vóru við í sendirøðini America’a Next Top Model, fóru so illa við eini mærglætisíbúð, sum tey búðu í undir upptøkunum, at eigarin av íbúðini nú krevur endurgjald frá framleiðaranum av sendirøðini.

Íbúðin, sum hevur virði av 29 milliónum krónum, er illa farin, eftir at modellirnar búðu í íbúðini í 10 vikur. Gólvið hevur fingið skaða, matur og kaffi er á tapetinum, vatnskaðar eru á toilettinum, og hol er komið í loftið. Eisini er ein ljósakrúna fyri 72.000 krónur oyðiløgd. Eigari av íbíðunum hevur kravt 2,4 milliónir krónur í endurgjaldi fyri skaðarnar.