Dávur Winther
-----
Tað var Arne Vatnhamar, sum er í 90-unum, ið hevur sett sær fyri at veita bátasavninum í Leirvík modell av Fossanes. Arne misti pápa sín Absalon Vatnhamar við Fossanes, sum fóst undir Íslandi í 1938. Eftir sótu kona við átta børnum.
Við Fossanes vóru 19 mans, harav seks úr Leirvík og seks úr Klaksvík. Nógv fólk var komið saman til hátíðarløtuna, sum byrjaði við sangi. Síðani greiddi Arne Vatnhamar frá, hví hann ynskti at geva hetta modellið til savnið og annars tilgongdini við at fáa tað gjørt í tøttum samstarvi við Valdemar Hansen. Og sigast má, at Valdemar Hansen hevur greitt hetta meistarverk av einum modellskipi sera hegnisliga úr hondum.
Síðani varð aftur sungin ein sangur, og Ásmund Justiniussen takkaði vegna savnið fyri gávuna. Hann greiddi frá, hvat hann mintist sum smádongur at hava hoyrt greitt frá um hendingina við Fossanes og øðrum líknandi. Ásmund segði eisini, at sama ringa verðið, sum var í Íslandi, kom hendavegin, og at menn ikki minnast so stór brot í Tjørnuvík og við Eiðisbygd.
Síðani varð boðið til kaffi og køkur, og sjálvandi var høvi at síggja og granska nærri tað flotta modellskipið av Fossanes. Fólkini, sum vóru komin saman til hesa løtuna á bátasavninum, vístu modellskipinum stóran ans, og fleiri teirra søgdu seg hava mist ein av teirra kæru við Fossanes.
Søgan um Fossanes
Í bókini Fossanes – bóru ikki boð í bý, sum kom út í 2007, skrivar Páll Kunoy m.a. soleiðis um hendingina:
»Øll tey føroysku garnaskipini, Atlantsfarið, Ekliptika, Viðoy, Kyrjasteinur og Fossanes lógu leys og drivu í lívd av Vestmannaoyggjunum.
Tann 3. mars, 1938 kl. 16.00 boðaði íslendska útvarpið frá, at hann skuldi koma við stormi av vestri. Óli Joensen skipari á Fossanes visti, at umborð á Viðoy var ein netabassi úr Vestmannaoyggjunum. Hann kallaði tí á Viðoy fyri at biðja Richard Jacobsen, skiparan spyrja íslendingin, um møguligt var at koma inn í havnina á Heimey at kroka í hesum ringa veðrinum. Bassin segði, at vanligt var, at skip ikki fingu loyvi at koma inn bert at kroka, tí havnin var so lítil.
Tá ið Óli á Eiðnum, sum skiparin varð kallaður, hoyrdi hvat bassin segði, var Fossanes fyrsta skip at seta segl og leggja bakk suðureysturyvir; og øll hini skipini gjørdu tað sama, tí vandi var fyri, at skipini fóru á land og sorlaðust. Hetta var eitt tungt val, men Richard Jacobsen og Óli á Eiðnum avtalaðu at snakka saman aftur klokkan sjey á kvøldi.
Eftir at Óli og Richard hvødu tosað saman, kallaði skiparin á Skálanes Dávur Joensen á Fossanes. Skálanes var stødd á Selvogsbankanum og var tá longu mitt í ódnarveðrinum og vóru eins og hini skipini farin at sigla suðureysturyvir. Dávur Joensen og Óli á Eiðnum, skiparin á Fossanes gera av at tosa saman aftur kl. 20.00 - eftir veðurtíðindini hjá íslendska útvarpinum.
Tað skuldi tó vísa seg, at hvørki Richard Jacobsen, skipari á Viðoynni ella skiparin á Skálanes Dávur Joensen megnaðu at fáa sambandi við Óli á Eiðnum, skiparin á Fossanes. Dávur var sostatt tann seinasti, ið tosaði við Óla.
Veðrið gjørdist verri, og Dávur Joensen, sum hevði siglt í 25 ár, segði seg ongantíð hava sæð slíkt ódnarveður.
Hildið verður, at Fossanes er sokkin stutt eftir, at hon fór drívandi suðureysturyvir kl. 17.00. Men einki neyðarkall hoyrdist. Tí kann hugsast, at Fossanes er sokkin knappliga.
Tað eru í dag prógv fyri, at Fossanes liggur áleið 3,5 sjómíl suðureystur úr Bjarnarey. Íslendingar hava fingið hekkuljósið og fleiri garnasteinar upp av henni.«
Søgan um Fossanes er rættiliga serstøk og kann lesast meira um hana í bókini Fossanes – bóru ikki boð í bý, sum Páll Kunoy gav út í 2007.
------