Modell jagstran í Perluni

Um vikuskiftið hava føroysku fotohjúnini, Miriam & Janus, eina sokallaða modell-úttøku í Perluni í Havn. Endamálið við úttøkuni er at finna fleiri modellir, sum skulu mynda eina stóra føroyska fotoverkætlan, sum tekur støði í føroyskum sagnum.

Sambært Facebook-síðuni hjá Gvørny Miriam Gunnarson og Janusi Gunnarsson (Miriam & Janus) er gravgangurin eftir at gerast modell stórur.

 

- Um vikuskiftið koma yvir tveyhundrað føroyskar kvinnur úr m.a Suðuroy, Klaksvík, Vágum og Tórshavn til úttøku. Vit eru øgiliga fegin um undirtøkuna, siga Miriam & Janus. Uttan eina slíka úttøku høvdu tey havt trupulleikar at finna røttu modellirnar.

 

- Í Føroyum er einki felag fyri modellir, eins og í útheiminum. Tískil skipa vit fyri úttøkuni sjálvi, siga tey. Úttøkan, sum byrjaði í gjár, heldur áfram til sunnudagin. Tey hava longu sæð nakrar modellir, sum eru áhugaverdar.Verkætlanin, sum leggur lunnar undir modell-úttøkuni, hevur fingið heitið ´Nordic Enchantment´. Hon tekur støði í einari eksperimenterandi endurfrásøgn av føroyskum sagnum og hulduheimi.

 

Kvinnurnar hava sjálvar meldað seg til úttøkuna gjøgnum facebook-síðuna hjá Miriam & Janusi. Men tær skulu tó, eins og í mótaheiminum, lúka nøkur ávís krøv, um tær skulu gera sær nakrar vónir um at standa framman fyri myndatólinum sum eitt nú Kópakonan ella Nykurin.

 

”Strike a pose”

Genturnar ella kvinnurnar, ið Mirian & Janus leita eftir, eru millum 16-35 ár, brúka stødd 34-38, og eru annars eldhugaðar at fara í hernað við verkætlanina. Umframt hesi krøv skulu tær vera natúrligar, ósmurdar og í strømmum klæðum, tá tær koma til úttøkuna. Hetta, so tey best gjørligt kunnu síggja kropsligu eginleikarnar hjá luttakarunum.

 

Ein teirra, ið hevur ein modelldreym í búkinum er 18-ára gamla Drós Joensen úr Vestmanna. Hon skal hitta Miriam & Janus í kvøld klokkan 20, og kroppurin ristist av nervum.

 

- Eg eri rættiliga nervøs. Hvat nú, um tey kritisera meg? Hvat nú, um ein onnur hevur okkurt, sum eg ikki havi? Men eg royni at hugsa jaligt, tí eg vil fegin vera ein partur av hesari verkætlanini, sigur Drós Joensen. Hon noyðist tó at bíða í spenningi, áðrenn hon veit,  um hon sleppur at royna seg sum modell og ”Strike a pose”, sum  Madonna syngur í eyðkenda lagnum, ´Vogue´. ´Nordic Enchantment´ tekur nevniliga 18 mánaðir at framleiða, og ætlanin er tískil, at verkætlanin skal sýnast fram í august 2015.