Ætlaða modelundirvísingin hjá Skóla John Casablancas úr Reykjavík er útsett til eftir jól.
Grundin er, at undirtøkan var ov lítil.
Kolbrún Aðalsteinsdóttir, leiðari á skúlanum, sigur, at undirtøkan var so lítil, at tey hildu frægast vera at útseta.
Men ætlanin er ikki slept kortini, sigur Kolla. Tey ætla at koma hendan vegin einaferð í januar mánaða komandi.
Ein av grundunum til, at fólk hildu seg aftur, var, at luttøkugjaldið ivaleyst varð í hægra lagi. Hetta verður lækkað, sigur Kolla.
Eisini fall hendan fyrsta ætlanin saman við, at fólk eru í ferð við at fyrireika jólini.
Ungfólk, sum mest verður satsað uppá, eru til roynd í skúlanum um dagarnar, umframt at eitt sindur trupult var at fá høli við so stuttum skotbráði.
Nógv fólk hava vent sær til Sosialin fyri at frætta meira um hendan skúlan, so áhugin tykist hóast alt vera millum fólk. Men eitt, sum eyðkennir, er, at tað bara tykjast vera ungar gentur, sum eru áhugaðar.
Hetta er í grundini eitt sindur løgið, tí skúlin hevur lært ikki so fáa ungar menn upp til at gerast topmodel. Eisini úti í stóra mótaheiminum, har jú eisini er brúk fyri manligum modellum.
Kolla sigur seg vóna, at føroyskir dreingir kasta smædni av sær og vísa áhuga fyri tiltakinum, tá tey koma hendan veg komandi ár.
Sagt verður frá aftur í blaðnum, tá fastlagt er, nær og hvar tiltakið verður í januar mánaða.