Síðan næsta bókin kom út í røðini um gandakallin Harry Potter, hevur nógv verið gissa um, hvør ið hevur staðið model til sjálvupptikna læraran Gilderoy Lockhart. J. K. Rowling hevur sagt frá, at Gilderoy Lockhart er tann einasti persónurin, ið er ein veruligur persónur, men hon hevur ongantíð vilja sagt, hvør Gilderoy so er í veruleikanum.
Hon sigur tó, at slaturin um, at fyrrverandi maður hennara Jorge Arrantes hevur givið henni íblástur til Gilderoy als ikki passar. Arrantes og Rowling vórðu gift í Portugal í 1992, men hjúnarlag teirra var als ikki lukkuligt og tey vóru bert saman í tvey ár.
- Eg havi ikki brúkt Jorge sum íblástur til nakran persón í Harry Potter-bókunum. Hóast okkara hjúnarlag ikki var lukkuligt, hevur hann verið við til at gera helvtina av elstu dóttir mína, sum er tað besta í lívi mínum. Eg hevði ongantíð funnið uppá at brúkt hann í nakrari søgu, sigur Rowling.










