Model av teinæringinum er nú smíðað

Tíðindaskriv

 

Felagið Teinæringurin varð stovnað 24. oktober 1999 í Norðurlandahúsinum.

Nevndin hevur síðan tá arbeitt við at fáa ein borðbát (modell) smíðaðan, sum kann verða nýttur sum fyrimynd.

Ætlanin er at fara undir at smíða tann stóra bátin í heyst.

Nú hevur Hanus Jensen, bátasmiður, smíðað okkum henda borðbát.

Lutfallið er 1:10, og longdin er um 130 cm.

Hanus, sum í løtuni arbeiðir í Víkingaskipasavninum í Roskilde, kemur sjálvur upp til Føroya við bátinum fríggjadagin.

Í tí sambandi fara vit at skipa fyri ymiskum tiltøkum at lýsa verkætlanina.

Hanus Jensen fer at greiða frá sínum hugsanum um stóra bátin, nevndur Teinæringur, og hvørjar tankar hann hevur gjørt sær, nú hann hevur arbeitt við at gera borðbátin.

Vit hava fingið loyvið at hava fyrilesturin á Føroya Fornminnissavnið í Hoyvík, - í Brekkutúni 6, - í hugnaliga umhvørvinum har gomlu bátarnir standa.

Fyrilesturin verður sunnudagin 25. mars kl. 17. - framsýningin hjá savninum er annars opin frá kl. 15 til 17.

Høvi verður at síggja borðbátin og at vera við í kjakinum aftaná.

So vítt vit vita, var ein teinæringur í Mykinesi einaferð í 1600-talinum. Tað er tí ikki vanliga kendur føroyskur bátur, tað snýr seg um. Teinæringurin verður eftir ætlanini uml. 13 metrar til longdar, og verður rógvin av 18 ella 20 monnum. Eisini fer hann at hava stórt segl.

Upplýsandi tilfar verður í løtuni gjørt um verkætlanina, felagið og bátin.

in og hvør kann tekna seg sum limur í felagnum, bæði einstaklingar og feløg.

Øll eru vælkomin, sigur nevndin í Teinæringinum.