BankNordik fer nú uppí eitt nýtt samstarv, sum fer at gera tað møguligt hjá kundum bankans at brúka MobilePay, sum er ein app, ið ger tað møguligt hjá brúkarum skjótt og lætt at rinda í handlum og nethandlum umframt at flyta pengar til onnur. Tað, sum krevst, er bara ein fartelefon og MobilePay-appin.
- MobilePay hevur brúkarar í miljónatali í okkara grannalondum, og einki er at ivast í, at talan er um eina sera nógv brúkta tænastu, ið ger tað ómakaleyst at avgreiða flytingar við fartelefonini.
Tað sigur BankNordik í tíðindaskrivi seinnapartin í dag. Lagt verður aftrat, at tað er líka skjótt og lætt at brúka hesa app, sum at senda eini sms-boð. BankNordik væntar, at MobilePay verður áhugavert fyri vinnurekandi føroyingar, sum fara at kunna taka ímóti gjaldi fyri vørur og tænastur við appini.
- MobilePay er ein sera væl umtókt tænasta, og vit eru tí fegin um at gerast partur av samstarvinum, sum uttan iva fer at vera kundum okkara at gagni. Vit hava fingið nógvar fyrispurningar frá kundum, sum hava áhuga fyri at brúka MobilePay, og tí hava vit valt at fara uppí samstarvið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Enn er ikki endaliga greitt, júst nær MobilePay verður klárt at brúka hjá føroysku kundum bankans, men arbeitt verður við at fáa tænastuna til Føroyar skjótast gjørligt.